Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

HPV-koppseting: Broytt aldursmark

23/6/2010

Krabbameinsfelagið hevur móttikið hesa kunning frá heilsumálaráðnum:

"Heilsumálaráðið fer við hesum at kunna um, at 1. juli 2010 verður aldursmarkið fyri nær gentur kunnu verða koppsettar fyri HPV, broytt. Hetta hevur við sær, at nú kunnu allar gentur, sum eru føddar 1. januar 1995 ella seinni, verða koppsettar, tá tær hava fylt 13 ár. – Áðrenn var aldursmarkið 14 ár."

Krabbameinsfelagið fegnast um víðkaða koppsetingartilboðið, og heitir á øll viðkomandi, um at gera nýtslu av tí.