Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Hug at ganga ella renna ein túr í Klaksvík?

21/10/2024

Dámar tær væl at røra teg og vera úti í frískari luft saman við øðrum? Sett kross í kalendaran leygardagin 26. oktober og kom við til ein hugnaligan dag, har vit renna og ganga saman. Vit hittast á rennibreytini í Klaksvík leygarmorgunin klokkan 11.00, tá ið tiltakið byrjar.

Tað er ókeypis at luttaka, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Keyp lutaseðil og stuðla bróstunum
Í tíðarskeiðnum 1. – 25. oktober ber til at stuðla arbeiðinum hjá Bót til bata og Krabbameinsfelagnum við at keypa lutaseðlar, sum verða drignir í sambandi við rørslutiltakið í Klaksvík tann 26. oktober.

Um tú ynskir at keypa lutaseðlar set teg í samband við Eileen Matras á messenger.