Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Hugnakvøld fyri kvinnur, ið hava ella hava havt undirlívskrabba.

21/9/2011

Bólkurin fyri kvinnur, sum hava ella hava havt krabbamein í undirlívi, fer nú aftur at hittast til prát og hugnaliga samveru.

Hugnaløtan verður í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegi 58 í Tórshavn, mánakvøldið 3. okt. 2011 kl. 19.00.

Endamálið við hugnaløtuni er at hava eina hugnaliga løtu saman.. Tosa, stuðla og hjálpa hvør aðrari og soleiðis veita hjálp til sjálvhjálp.

Um tygum ynskja at taka lut, vinarliga boða frá í seinasta lagi fríggjadagin 30.september 2011 kl. 12.00 á telefon 317959/ 217959/217957 ella teldupost: ffk@krabbamein.fo