Hugnakvøld við fyrilestri um lymfødem

Ein fysioterapeutur fer at greiða frá um lymfødem, ið er ein trupulleiki hjá mongum, aftaná strálu- ella skurðviðgerð. Greitt verður frá hvat lymfødem er, hví tað kemur, hvussu tað kann fyribyrgjast og um nýggjastu viðgerðarhættirnar. Høvi verður at seta spurningar, og annars verður møguleiki at fáa eitt gott prát og eina hugnaliga løtu saman.
Um lymfødem
Lymfødem stendst av at gróðrarvæta upprúgvast, og partur av kroppinum tí gerst áhaldandi hovin. Hetta hendir oftast á armi ella beini, men kann eisini vera aðrastaðni á kroppinum.
Kvinnur, ið eru skurðviðgjørdar ella hava fingið strálur fyri bróst- ella undirlívskrabba, eru í serliga stórum vanda fyri at fáa lymfødem. Trupulleikin kann koma stutt eftir viðgerðina, men kann eisini vísa seg fleiri ár seinni.
Lymfødem er ein kronisk sjúka, men góðir møguleikar eru at avmarka pláguna við skjótari og rættari viðgerð.
Tilmelding hjá Krabbameinsfelagnum tlf 317959 ella teldupost ffk@krabbamein.fo