Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Hugnaligt tiltak fyri kvinnur, sum hava ella hava havt bróstkrabba

18/10/2011

Innbjóðing til hugnakvøld

Siri og  Bót til Bata, ið er hjálparbólkur undir Krabbameinsfelagnum skipa fyri hugnakvøldi fyri kvinnum, ið hava ella hava havt krabbamein í brósti.

Kring allan heim verður í oktober mánað varpað ljós á bróstkrabba, og soleiðis eisini herheima. Bót til Bata og  Krabbameinsfelagið hava gjørt ymsik átøk, sum m. a. minnir okkum øll á, hvussu umráðandi tað er, at fyribyrgja bróstkrabba. Tess fyrr krabbamein í bróstinum verður uppdagað, tess fleiri lív verða bjargað.

Sum síðsta tiltak í oktober í ár , verður skipað fyri einum hugnakvøldi fyri kvinnum, sum hava ella hava havt bróstkrabba. Á  skránni verður mótasýning, fyrilestur og tónleikur, hugni og prát.

 Hugnakvøldið verður

           

Mánakvøldið 31. oktober 2011 frá kl. 19-21 í Miðlon á Hálsi í Tórshavn, í hølunum hjá Norðoyar Sparikassa.

Á mótasýningini fer Siri at vísa fram tað nýggjasta innan bróstprotesur, bh o.a.

Turið Horn, ið hevur havt bróstkrabba, fer at halda stuttan fyrilestur um lívsdygd og um at tora at vera í nú´inum, hóast ótta og stúran, tá álvarsliga sjúka rakar. Og um hvussu hetta kann vendast til styrki at mynda leiðina víðari í lívinum.

Monika Stauss Joensen fer at skemta og spæla nøkur løg saman við Ólavur Jakobesen. Bjóða verður kaffi og the og okkurt søtt undir tonna.

                                 

Tilmelding fer fram hjá

Hjá Siri: tlf 316610; teldupostur siri@siri.fo  , ella á Krabbameinsfelagnum: tlf 317959; teldupostur ffk@krabbamein.fo í seinasta lagi fríggjadagin 28. oktober kl. 15.00.

Vinarliga

Siri og Bót til bata