Hugnaløta fyri foreldur og børn

Á mat-skránni verður pizza. Vit fara at hava eina lítla presentatiónsrundu og bjóða møguliga nýggjum luttakarum vælkomnum. Vit fara eisini at tosa eitt sindur um ætlanir/ynskir fyri komandi ár.
Foreldrabólkurin er ein bólkur av foreldrum, hvørs barn hevur ella hevur havt krabbamein.
Bólkurin er undir Krabbameinsfelagnum.
Endamálið hjá bólkinum er:
1. At stuðla teim foreldrum, hvørs barn hevur havt ella hevur fingið staðfest krabbamein, við tað at tey m. a. fáa tilboð um at tosa við ein úr bólkinum, sum hevur verið í somu støðu.
2. At fremja áhugamál hjá foreldrum, hvørs barn verður ella hevur verið viðgjørt fyri krabbamein, mótvegis mynduleikum og heilsuverki o.ø..
3. At fremja upplýsandi og vegleiðandi virksemi.
4. At skipa fyri socialum tiltøkum fyri familjum, sum hava havt ella hava børn, sum er rakt av krabbameini.
Hugnaløtan verður í hølunum hjá Krabbameinsfelganum á Grønlandsvegi 58 í Tórshavn, hóskvøldið 28. oktober 2010 kl. 18.00
Um tygum ynskja at taka lut, vinarliga boða frá í seinasta lagi mikudagin 27. okt.2010 kl. 15.00 á tlf. nr. 317959/217957 ella á telduposti : krabbamein@krabbamein.fo
Vinarliga
Vegna Foreldrabólkin og Krabbameinsfelagið
Inga Mohr Vang og Anna Maria Østerø