Hugnaløta fyri kvinnur 29. septembur

Endamálið við bólkinum er:
1. At hesar kvinnur koma saman at tosa, stuðla og hjálpa hvør aðrari og veita hjálp til sjálvhjálp.
2. At vera málgagn og fremja áhugamál hjá kvinnum við krabbameini í undirlívi, mótvegis mynduleikum og heilsuverki.
3. At savna vitan og royndir á øllum økjum, hvat viðvíkur krabbameini í undirlívi
4. At fremja upplýsandi og vegleiðandi virksemi um krabbamein í undirlívi.
Bólkurin hevur gjørt av at skipa fyri eini hugnaløtu umleið sættu hvørja viku fyri kvinnum, sum hava ella hava havt krabbamein í undirlívi.
Endamálið við hugnaløtuni er at hava eina hugnaliga løtu saman. Og at hesar kvinnur koma saman at tosa, stuðla, hjálpa hvør aðrari og veita hjálp til sjálvhjálp.
Hugnaløtan verður í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegi 58 í Tórshavn mikukvøldið 29. septembur 2010 kl. 19.00.
Um tygum ynskja at taka lut, vinarliga boðið frá í seinasta lagi týsdagin 28. septembur 2010 kl. 15.00 á telefon nr. 317959 ella 217957 ella á telduposti: krabbamein@krabbamein.fo