Hugnaløta fyri kvinnur, sum hava ella hava havt krabbamein í undirlívi
20/1/2012

Bólkurin fyri kvinnur, sum hava ella hava havt krabbamein í undirlívi, fer nú aftur at hittast til prát og hugnaliga samveru.
Hugnaløtan verður í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegi 58 í Tórshavn, mikukvøldið 25. januar kl. 19.00.
Endamálið við hugnaløtuni er at hava eina hugnaliga løtu saman. Tosa, stuðla og hjálpa hvør aðrari og soleiðis veita hjálp til sjálvhjálp.
Um tygum ynskja at taka lut, vinarliga boða frá í seinasta lagi týsdagin 24. januar kl. 12.00 á telefon 317959/ 217959/217957 ella teldupost: ffk@krabbamein.fo