Hugnaløta fyri kvinnur, sum hava ella hava havt krabbamein í undirlívi
5/3/2012

Bólkurin fyri kvinnur, sum hava ella hava havt krabbamein í undirlívi, hittist til prát og hugnaliga samveru 12.mars. Hugt var eftir filminum ” I Nød og Lyst ” og práta var um viðkomandi viðurskiftir, tá ein hevur havt krabbaemin og verið í viðgerð fyri tað. Eitt stak hugnaligt kvøld.
Hugnaløta verður aftur 7. mai kl. 19.00
Um tygum ynskja at taka lut, vinarliga boða frá í seinasta lagi fríggjadagin 4. mai kl. 15.00 á telefon 317959/217957 ella teldupost: ffk@krabbamein.fo
Vinarliga
V/ Undirlívsbólkin
Beinta Højsted
Forkvinna
og
V/Krabbameinsfelagið
Anna Maria Østerø
Ráðgevandi sjúkrarøktarfrøðingur