Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Hugnaløta fyri kvinnur, sum hava ella hava havt krabbamein í undirlívinum

1/11/2011

Hugnaløta fyri kvinnur, sum hava ella hava havt krabbamein í undirlívinum

Bólkurin fyri kvinnur, sum hava ella hava havt krabbamein í undirlívi, fer nú aftur at hittast til prát og hugnaliga samveru.

Hugnaløtan verður í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum, Grønlandsvegur 58, Tórshavn mánakvøldið 7.nov. 2011 kl. 19.00.

Endamálið við bólkinum er :

1. at hesar kvinnur koma saman at tosa, stuðla og hjálpa hvør aðrari og veita hjálp til sjálvhjálp.

2. at vera málgagn og fremja áhugamál hjá kvinnum við krabbameini í undirlívi, mótvegis myndugleikum og heilsuverki

3. at savna vitan og royndir á øllum økjum, hvat viðvíkur krabbameini í undirlívi

4. at fremja upplýsandi og vegleiðandi virksemi um krabbamein í undirlívi

Bólkurin hevur gjørt av regluliga at skipa fyri hugnaløtu fyri kvinnum, sum hava ella hava havt krabbamein í undirlívi.

Endamálið við hugnaløtuni er at hava eina hugnaliga løtu saman. Og at hesar kvinnur koma saman at tosa, stuðla, hjálpa hvør aðrari og veita hjálp til sjálvhjálp.

Um tygum ynskja at taka lut, vinarliga boða frá í seinasta lagi fríggjadagin 4.november 2011 kl. 12.00 á telefon 317959/ 217959/217957 ella teldupost: ffk@krabbamein.fo

Vinarliga

V/ Krabbameinsfelagið

Anna Maria Østerø

Ráðgevandi sjúkrarøktarfrøðingur