Hugnaløta fyri kvinnur, sum hava ella hava havt krabbamein í undirlívinum
Endamálið við bólkinum er:
1. at hesar kvinnur koma saman at tosa, stuðla og hjálpa hvør aðrari og veita hjálp til sjálvhjálp.
2. at vera málgagn og fremja áhugamál hjá kvinnum við krabbameini í undirlívi, mótvegis myndugleikum og heilsuverki
3. at savna vitan og royndir á øllum økjum, hvat viðvíkur krabbameini í undirlívi
4. at fremja upplýsandi og vegleiðandi virksemi um krabbamein í undirlívi
Bólkurin hevur gjørt av at skipa fyri eini hugnaløtu umleið sættu hvørja viku fyri kvinnum, sum hava ella hava havt krabbamein í undirlívi.Endamálið við hugnaløtuni er at hava eina hugnaliga løtu saman. Og at hesar kvinnur koma saman at tosa, stuðla, hjálpa hvør aðrari og veita hjálp til sjálvhjálp.
Um tygum ynskja at taka lut, vinarliga boða frá í seinasta lagi mánadagin 26 novembur 2009 kl. 15.00 á telefon 317959/ 217959/217957 ella teldupost: ffk@krabbamein.fo