Hugnaløta fyri tey, ið hava ella hava haft móðurmerkjakrabba.
21/11/2010

Endamálið við bólkinum er: At fólk kunnu koma saman at tosa, stuðla og hjálpa hvør øðrum, og veita hjálp til sjálvhjálp.
Bólkurin varð stovnaður í 2008 og hittist regluliga.
Skráin til hugnakvøldið sær soleiðis út:
- Runda
- Frágreiðing um nýggjastu Gallup kanningina viðv. sólvanum í føroyum
- Ymiskt – orðið er frítt
- Avtala næsta fund
Hugnaløtan verður í hølunum hjá krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegi 58 í Tórshavn mikukvøldið 24. november 2010 kl.19.00
Um tú ynskir at taka lut, vinarliga boða frá í seinasta lagi týsdagin 23.november kl. 15.00 á telefon 317959/217959/217957 ella á teldupost: ffk@krabbamein.fo