Hugnaløta í felagshúsinum Ólastova

12/5/2025

Stuðulsfelagið hjá Krabbameinsfelagnum í Suðuroy skipar fyri hugnaløtu, fyri fólki, sum hava, ella hava haft krabbamein.

Hetta verður seinasta hugnaløtan, áðrenn summarsteðgin. Vit hittast í fittligu felagshúsinum "Ólastova", sum standa beint við frákoyringina til Krambatanga, tórsdagin 15. mai kl. 16.00.

Góð og hugnalig samvera. Sjálvandi er ein góður kaffimunnur og okkurt afturvið á borðinum. Høvi verður at tosa við fólk, sum hava stundir at lurta. Vanliga er hetta ein stak hugnalig løta, har stundir eisini eru til kortspøl, borðspøl og stokkar.

Verið vælkomin og tit eru eisini vælkomin at bjóða onkrum við