Hugnaløta í felagshúsinum Ólastova
14/9/2025
.jpg)
Stuðulsfelagið hjá Krabbameinsfelagnum í Suðuroy skipar fyri hugnaløtu, fyri fólki, sum hava, ella hava haft krabbamein. Vit hittast í fittligu felagshúsinum "Ólastova", sum standa beint við frákoyringina til Krambatanga tórsdagin 18. september kl. 16.00.
Góð og hugnalig samvera. Sjálvandi er ein góður kaffimunnur og okkurt afturvið á borðinum. Høvi verður at tosa við fólk, sum hava stundir at lurta.
Hetta ein stak hugnalig løta, har stundir eisini eru til kortspøl, borðspøl og stokkar.
Verið vælkomin og tit eru eisini vælkomin at bjóða onkrum við.