Hvistan - Gakk ella renn fyri krabba

Sunnudagin 18. oktobur skipa Ítróttafelagið Hvistan og Kafe Tvørá fyri einum hugnaligum stuðulstiltaki, har vit saman ganga ella renna fyri einum góðum endamáli.
Vit byrja við upphiting uttanfyri Kafe Tvørá kl. 12:00, fáa okkurt gott at drekka og fara síðani ein túr áleið 5 km.
Aftaná savnast vit aftur á Kafe Tvørá til ókeypis juice, kaffi og hugna.
Í sambandi við tiltakið savna vit pening inn til Krabbameinsfelagið. Øll kunnu stuðla við einari upphædd eftir egnum ynski, og allur innsavnaði stuðulin fer óskerdur til Krabbameinsfelagið.
Møguleiki er at bíleggja bronsj frá Kafe Tvørá aftaná, bílegging í seinasta lagi hósdagin 15. oktobur á tlf. 215381 ella á teldupost poulinaoregaardisaksen@gmail.com.
Kom við til eina hugnaliga løtu – og stuðla Krabbameinsfelagnum.
Øll eru hjartaliga vælkomin – bæði tey, ið vilja ganga, og tey, ið vilja renna.
Síggjast!