Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Hvørjar ílegur kunnu geva bróstkrabba

21/1/2022

Hvørjar ílegur kunnu geva bróstkrabba

Týskvøldið 4. januar varð framløga hjá Noomi O. Gregersen um bróstkrabba í Føroyum víst í Kringvarpinum. Hon greiddi frá um HBOC-verkætlanina, sum Krabbameinsfelagið hevur stuðlað, og sum m.a. hevur til endamáls at eyðmerkja ílegur, sum kunnu vera orsøk til arvaligan bróstkrabba í Føroyum. Verkætlanin er skipað soleiðis, at ílegudátur hjá einum sjúkubólki eru samanbornar við dáturnar hjá einum bólki av frískum kvinnum, sum eru partur av FarGen-verkætlanini. Nakrar av fyribils niðurstøðunum frá kanningunum eru:

  • At BRCA1- og BRCA2-fráfrigdi eru at finna hjá føroyskum kvinnum, men talan er ikki um sjúkuelvandi frábrigdi her
  • At onnur ílegufrábrigdi enn BRCA1 og BRCA2 eisini kunnu elva til bróstkrabba
  • Til ber ikki at ávísa eitt ítøkiligt samband millum ávís ílegufrábrigdi og bróstkrabba, men hugt eigur at verða nærri at ávísum ílegum.
  • Neyðugt er at kanna fleiri fólk, sum hava ella hava havt bróstkrabba, áðrenn eitt ílegu-panel kann gerast, sum kannar ávísar ílegu variantar, sum finnast hjá føroyingum. Hetta merkir at ílegukanningin gerst meiri málrættað til føroyskar sjúklingar, og kann fáa stóran týdning fyri hvussu vit veita arvafrøðiliga ráðgeving í Føroyum.

Framløgan er tøk á heimasíðu Kringvarpsins: https://kvf.fo/sending/visindavoka-fyrilestrar?sid=130881

Noomi O. Gregersen er PhD í mýlavísindum og er verkætlanarleiðari í FarGen og í HBOC-verkætlanini.

Verkætlanin byrjaði í 2018 og úrslitini verða skjótt útgivin sum grein í einum vísindarligum tíðarriti. Næsta stig í verkætlanini verður at gera RNA lesing til forsøgn av krabbameinsviðgerð við støði í krabbavevnaði. Hesin partur fer væntandi í gongd í vár og er eitt samstarv millum Ílegusavnið, Medisinska depilin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Medisinska depilin á Landssjúkrahúsinum, deildina fyri Genomiskt Medicin á Ríkissjúkrahúsinum, donsku fyritøkuna AIDA, og griksku fyritøkuna JADBio.