Hvussu ávirkar krabbameinsviðgerð munn og tenn?

Krabbameinsviðgerð kann hava stórar avleiðingar fyri munn og tenn og ávirka tannheilsuna á ymsan hátt. Tí er týdningarmikið at fáa røttu vitanina um, hvussu ein kann fyribyrgja skaðum og varðveita so góða munn-og tannheilsu sum gjørligt, bæði áðrenn, undir og eftir eina krabbameinsviðgerð.
Á hesum tiltakinum fer Sigga í Garðastovu, tannlækni, at halda fyrilestur um, hvussu krabbameinsviðgerð kann ávirka munn og tenn, og hvat ein sjálvur kann gera fyri at fyribyrgja og avmarka skaðar.
Leif Olsen, sosialráðgevi hjá Krabbameinsfelagnum, verður eisini við og fer at greiða frá, hvørjir møguleikar eru fyri at fáa stuðul frá Almannaverkinum til tannlæknaviðgerð, tá ið tenninar fáa skaða av krabbameinsviðgerðini.
Tiltakið er fyri teg, sum hevur ella hevur havt krabbamein, tíni avvarðandi og annars øll, sum hava áhuga fyri evninum.
Stað: Hotel Føroyar
Dato: 30. november
Klokkan: 18.00–20.00
TIimelding niðanfyri.