Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

”Kanna tíni bróst”

26/2/2021

Mánadagin 8. mars á altjóða kvinnudegnum bjóðar Kvirra og Krabbameinsfelagið til kunnandi tiltak um bróstkrabba í Sørvági.

Tað verða Heidi Hvidbro, Turið Horn og Súsan Joensen frá Bót til Bata,
bróstkrabbabólkurin hjá Krabbameinsfelagnum,ið koma at greiða okkum frá,
hvussu umráðandi tað er at kanna síni bróst.


Turið fer at greiða frá fakta um bróstkrabba og geva góð ráð til,
hvussu tú kanst kanna bróstini.

Heidi kemur at hugleiða um, hvussu lívið broyttist fyri 23 árum síðani,
tá hon fekk staðfest bróstkrabba – og hvussu lívið er í dag sum krabbameinsfrí.

Súsan fer at fortelja um, hvussu nógv venjing hevði at siga fyri hana,
tá hon fekk bróstkrabba og mátti í kemoviðgerð.

Tiltakið verður á Kvirru, Bakkavegur 2 í Sørvági 8.mars kl. 20.00.
Kostnaður 75,- íroknað kaffi/tea og kaku

Vinarliga boða frá um tú ynskir at luttaka í seinasta lagi hósdagin 4.mars
á tlf. 238080 ella umvegis teldupost til kvirra@kvirra.fo