Kiwanis handar Krabbameinsfelagnum peningagávu
13/4/2026
Á samkomu hjá Kiwanis hóskvøldið 9. apríl fekk Krabbameinsfelagið handað eina peningagávu á kr. 75.000,-
Jansy Gaardlykke, dagligur leiðari hjá Krabbameinsfelagnum, tók ímóti gávuni. Vit eru sera takksom fyri stuðulin, sum er ein týðandi hjálp í okkara arbeiði at stuðla familjum við børnum, ið eru rakt av krabbameini, og familjum har børn gerast avvarðandi – antin tí at foreldur ella systkin gerast sjúk ella doyggja.
Kiwanis er ein vælgerandi felagsskapur, sum arbeiðir fyri at savna pening til góðgerandi endamál, serliga til átøk, ið gagna børnum og ungum.