Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Kom til hugnaløtu hjá Bót til bata

15/9/2023

Bróstkrabbabólkurin Bót til bata, bjóðar øllum kvinnum, sum hava ella hava havt bróstkrabba ella undanstig til bróstkrabba, til hugnaløtu týskvøldið 19. september kl. 19.00 á Grønlandsvegi 58, í Havn. Linda Laksáfoss, frá Linda - lekkur undirklæðir, luttekur og fer at siga frá og vísa fram brósthaldarar og nýggjar protesur🎗️

Eisini verður høvi til hugnaligt prát og ein góðan drekkamunn.

Vinarliga boða frá luttøku á telefon 317959, sms á 217956, teldupost á kmf@krabbamein.fo ella á sosialu miðlunum hjá Krabbameinsfelagnum.