Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Kom til hugnaløtu hjá bróstkrabbabólkinum Bót til Bata

20/4/2023

Bróstkrabbabólkurin, Bót til bata, hjá Krabbameinsfelagnum bjóðar øllum kvinnum, sum hava ella hava havt bróstkrabba ella undanstig til bróstkrabba til eina hugnaløtu hóskvøldið 30. mars kl. 18.30 í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum, á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Heidi Hvidbro og Súsan Joensen at siga frá bróstkrabbaráðstevnu í Helsinki, tær luttóku á í heyst, og tosa um nýggjastu vitan innan bróstkrabba.

Kom við og fá eitt prát við kvinnur, sum eru í somu støðu, ella hava verið í somu støðu sum tú. Vit fáa eisini ein góðan drekkamunn.

Vit gleða okkum til kvøldið og vóna at undirtøkan verður góð.

Um tú ynskir at luttaka, vinarliga boða frá í seinasta lagi mikudagin 29. mars kl. 15.00 á telefon 317959, send okkum ein sms á telefon 217956 ella ein teldupost á kmf@krabbamein.fo