Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Kom við Krabbameinsfelagnum niðan á Kongavarða

15/8/2023

Krabbameinsfelagið skipar fyri felags gongutúri  niðan á Kongavarða hósdagin 17. august. Vit møtast við skúlan á Argjahamri kl. 18.30.

Túrurin er miðal lættur, tað er nakað eyrut og bratt niðan á síðsta petti. Verið ílatin eftir veðrinum og í góðum skóm. Aftaná bjóðar Krabbameinsfelagið drekkamunn í hølum felagsins á Grønlandsvegi 58.

Øll, sum hava ella hava havt krabbamein og teirra avvarðandi eru vælkomin við.

Boða frá luttøku hjá Krabbameinsfelagnum á telefon 317959, sms 217959, teldupost kmf@krabbamein.fo ella á sosialu miðlunum hjá hjá Krabbameinsfelagnum.