Krabbamein og korona í Føroyum
18/12/2020

Krabbamein og korona í Føroyum
Í fleiri londum rundan um okkum er talið av nýstaðfestum krabbameinstilburðum lægri orsakað av koronufarsóttini. Eftir øllum at døma er korona handfarin so mikið skynsamt í Føroyum, at vit ikki síggja hesa gongdina.
Hetta vísir Marnar Fríðheim Kristiansen, ph.d. lesandi, á í grein, sum hann hevur skrivað fyri Krabbameinsfelagið.
