Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Krabbameinsfelagið á vitjan hjá landsstýriskvinnuni í almanna- og mentamálum

24/4/2023
Á myndini: Jancy Gaardlykke, dagligur leiðari í Krabbameinsfelagnum, landsstýriskvinnan Sirið Stenberg og Durita Tausen, formaður í Krabbameinsfelagnum.

Mánadagin 17. apríl vitjaði Krabbameinsfelagið Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almanna- og mentamálum.

Endamálið við vitjanini var at kunna landsstýriskvinnuna um virksemið hjá felagnum og at umrøða tilmælir í krabbameinsætlanini frá í fjør, sum umfatar málsøkir, sum landsstýriskvinnan varðar av.

"Eg fegnist veruliga um, at verða kunnað um tilmælini, ikki minst ásannandi, at krabbamein so sanniliga hevur sosialar avleiðingar", sigur landsstýriskvinnan at enda.

Kelda: www.amr.fo