Krabbameinsfelagið fegnast um stuðulin
12/7/2010

Eftir fleiri ára bíðitíð ber nú endiliga til at ogna sær fløguna hjá Elini Brimheim Heinesen & Ad Libitum: Yndisløg - ein ferð aftur í farnar tíðir. Í sambandi við útgávuna verður útgávukonsert í Sjónleikarhúsinum í Havn í kvøld kl. 20.30. Av hvørjari seldari fløgu fara 20 krónur til Krabbameinsfelagið.
Formaðurin í Krabbameinsfelagnum Jákup N. Olsen er sera takksamur fyri stuðulin til felagið og vónar, at nógv møta upp til konsertina og keypa fløguna. Elin fekk eitt blómutyssi frá Krabbameinsfelagnum, sum eina tøkk.
Á myndini:
Jansy Gaardlykke og Jákup N. Olsen frá Krabbameinsfelagnum og Elin Brimheim Heinesen