Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Krabbameinsfelagið fíggjar granskingarverkætlan innan bróstkrabba í Føroyum

25/9/2011

Staðfest er, at títtleikin av bróstkrabba í Føroyum er nakað lægri enn til dømis í hinum Norðurlondunum. Men hóast títtleikin av bróstkrabba í Føroyum er minni, er deyðiligheitin størri. Hví so er, er ein av spurningunum, sum Tordis arbeiðir við.

Granskingarverkætlanin innan bróstkrabba í Føroyum, sum tekur støði í  397 sjúklingum búsitandi í Føroyum í árunum 1984 til 2008, er í tveimum pørtum - ein epidemilogiskur og ein genetiskur partur. Epidemilogiski parturin, har Tordis Kristiansdóttir kannar orsøkirnar til, hví títtleikin av bróstkrabba er lægri og deyðiligheitin er størri í Føroyum, verður eftir ætlan liðugur til várs 2012. Í løtuni kannar hon, um munur er á lívstíli og ílegu hjá kvinnum í Føroyum og aðrastaðni.

Granskingarverkætlanin hjá Tordis Kristiansdóttir er stuðlað av Krabbameinsfelagnum í samstarvi við Ílegusavnið.