Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Krabbameinsfelagið nýggjan samleika

5/5/2009

Sendistovan hevur staðið fyri tilgongdini at menna nýggja samleikan í tøttum samspæli við Krabbameinsfelagið. Íblásturin til nýggja samleikan er eitt bland millum serføroyskt og útlendskt. Føroyski íblásturin kemur frá heldini, sum eisini var partur av gamla búmerkinum. Heldin er eitt gamalt føroysk amboð, ið var nýtt í hoyna. Súmbolikkurin er, at heldin er samlandi og verjir tað, ið hon ber.

Í sniðgávuni varð eisini kagað út í heim, og sniðgevarnir á Sendistovuni funnu íblástur í universellum súmbolikki, ið vit kenna frá øðrum búmerkjum, sum hava við krabbamein at gera. Teknið fyri óendaligt súmboliserar ævinleikan og er partur av nýmenta búmerkinum, eins og sloyfan, ið somuleiðis er eitt.  Eisini er sloyfan, ið vit kenna frá krabbameinsbúmerkjum, partur av samleikanum.

Nýggja búmerkið er ein variatión av áðurnevndu heldini, tekninum fyri óendaligt og sloyfuni, sum vit kenna frá heilsufrøðiligum súmbolikki.

Búmerki  hevur eina gongd, sum byrjar við einum myrkalillaðum liti, og endar í einum heilt ljósum liti. Hetta súmboliserar, at stríðið móti krabba kann vinnast, og harvið er vón fyri framman. Litirnir á heldini eru í einum lillaðlittum universi, meðan skriftin er blá. Hetta gevur eitt bland millum tað kvinnuliga og tað mannliga.

Heimasíðan hjá Krabbameinsfelagnum er gjørd í Dynamicweb heimasíðuskipanini, ið Sendistovan umboðar í Føroyum. Krabbamein.fo hevur í nógv ár verið ein virkin síða, við nógvum tíðindum. Við nýggjari tøkni, snøggum sniði, ið tekur støði í samleikanum og hollari ráðgeving í skipan av tilfari, verður síðan framyvir í alt størri mun ein miðil har Krabbameinsfelagið kann vegleiða, ráðgeva og samskifta við limir felagsins, avvarðandi, fjølmiðlar og myndugleikar. Í sambandi við Føroyar móti krabba verður heimasíðan ein savnandi miðil.

Í løtuni verður arbeitt við at fáa handil á heimasíðuna, soleiðis at tað eisini fer at bera til at keypa eitt nú vældámdu armbondini, postkort, plakatir o.a., ið felagið hevur til sølu, beinleiðis á heimasíðuni.