Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Krabbameinsgransking í norðanlondum

23/1/2012

Krabbameinsgransking í norðanlondum

NCU, sum er meginfelagi fyri krabbameinsfeløgini í norðanlondum, hevur ein granskingargrunn.

Ein vísindalig nevnd stjórnar grunninum. Jóhan Poulsen, serlækni í urologi, situr í nevndini vegna Krabbameinsfelagið.

Fundur var í Stockholm 02.12.11, har tilsamans 750.000 € vórðu lutaðar til krabbameinsgransking. 11 vísindalig projekt fingu stuðul:

1. Rósa Björk Barkardóttir, Reykjavík, fekk stuðul á 60.000 € til gransking av bróstkrabba, serliga at kortleggja arvaligheit av hesi sjúku.

2. Anne-Lise Børresen-Dale, Oslo, fekk 90.000 €, eisini til kanning av bróstkrabba, serliga hvussu kemo og medisinsk viðgerð ávirkar ymisk sløg av bróstkrabbasjúku.

3. Michael Bretthauer, Oslo, fekk 75.000 € til kanning av tjúkktarmskrabba í Norðurlondum.

4. Peter de Nully Brown fekk 40.000 € til at kanna lymfu- og blóðkrabba.

5. Morten Høyer, Danmark, fekk 50.000 € til at kanna viðgerðir fyri spjaðing af tjúkktarmskrabba til livrina (livrametastasur).

6. Jaakko Kaprio fekk 85.000 € til kanning av, hvussu krabbi arvast, serliga hyggur hann eftir tvíburum, og hvør munur er á krabbatilburðum millum tvíburar samanborið við systkin.

7. Elsebeth Lynge fekk 70.000 € til at staðfesta, um screening fyri bróstkrabba við mammografi hevur týdning fyri at niðurseta deyðiligheit av hesi sjúku.

8. Jan Oldenburg, Oslo, fekk 85.000 € til kanning av testiscancer hjá ungum monnum, og hvussu hendan sjúkan kann fyribyrgjast.

9. Eero Pukkala, Finland, fekk 85.000 € til at kanna, hvussu arbeiðsumstøður og starv hevur ávirkan á, um fólk fáa krabba ella ikki.

10. Richard Rosenquist fekk 50.000 € til at kanna, hvussu gensamanseting og arvaligheit hevur týdning fyri blóðkrabba.

11. Fredrik Wiklund, Svøríki, fekk 60.000 € til at kanna, hvussu arvaligheit hevur týdning innanfyri prostatakrabba.

Sum tað sæst, fór stórur partur av peninginum til kanning av, hvussu arvaligheit og gensamanseting ávirkar framkomu og viðgerð av krabbameini. Akkurát hetta sjónarhornið hevur stóran týdning í Norðurlondum, har populatiónin er einsartað, ofta í smáum samfeløgum, har arvaligheit hevur stóran týdning.