Krabbameinssjúk børn og foreldur teirra hittast 15. februar
Og Foreldrabólkurin vónar, at nógv nýta høvið at støkka inn á gólvið henda dagin, foreldur at børnum, sum eru sjúk, sum hava verið sjúk og eisini foreldur, sum hava mist barn av krabbameini. Hugaligt hevði eisini verið, um tey, sum hava havt krabbamein sum barn ella ung, leggja leiðina fram við felagshúsinum henda dagin.
Foreldrabólkurin, sum skjótt hevur fimm ár á baki, er ein virkin bólkur við eldsálum, ið duga at skapa hugna um síni børn. Hesa tíðina bólkurin hevur verið til, hava børnini saman við foreldrum og systkjum verið bæði uttanlands og herheima og ferðast.Tey hava eisini skipað fyri minniligari konsert og øðrum tiltøkum, ið øll eru til frama fyri børnini og familjum teirra.
Á hvørjum ári fáa 1-2 børn í Føroyum staðfest krabbamein. Føroysk børn, ið fáa krabbamein, eru í serstøðu á tann hátt, at tey ikki kunnu fáa viðgerð og røkt fyri sína sjúku í heimlandinum, men mugu leita av landinum – ofta í sera drúgva tíð at fáa lekidóm og røkt. Tíbetur vísa hagtølini, at nógv tey flestu vinna á sjúkuni.
Øll eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum altjóða dagin fyri krabbameinssjúk børn.
Tilmelding á ffk@krabbamein.fo ella á telefon 317959 í seinasta lagi fríggjadagin 13. februar.