Kunnandi fundur um koppseting móti lívmóðurhálskrabba

Í februar kom í gildi kunngerð, sum heimilar koppseting ímóti HPV-virusi ella lívmóðurhálskrabba. Í fyrsta umfari er hetta tilboðið, ið er ókeypis, galdandi fyri 14 ára gamlar gentur. Koppsetingarnar skulu verða framdar innan gentan fyllir 15 ár.
Føroya felag móti krabbameini hevur leingi strongt á at fáa hetta tilboðið til ungar gentur. Krabbamein í lívmóðurhálsinum rakar á hvørjum ári 18 kvinnur í Føroyum, í Danmark er talið 400 kvinnur. Vit vita, at helmingurin av kvinnunum doyggja. Koppingarevnið verjir móti einum krabbaelvandi virusi, sum smittar við kynsligum sambandi. Orsøkin er ígerð av Human Papilloma Virus ella HPV. Nýggja koppsetingin fyribyrgir, at gentan ella kvinnan fær tvey sløg av HPV (16 og 18). Tað vil siga, at taka gentur og kvinnur av tilboðnum áðrenn tær eru kynsliga búnar, kunnu vit sleppa undan 70 prosent av tilburðunum.