Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Kunnandi tiltak um CLL - kronisk lymfatisk leukæmi

3/5/2024

Jindrich Mourek, ið er hæmatologur, ferð at halda fyrilestur um sjúkuna kronisk lymfatisk leukæmi. Tiltakið verður í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegi 58, Tórshavn mikudagin 15. mai kl . 16.00.

Krabbameinsfelgið skipar fyri einum kunnandi tiltaki fyri fólki sum hava CCL - kronisk lymfatisk leukæmi. Tiltakið verður í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegi 58, Tórshavn mikudagin 15. mai kl . 16.00.

Tiltakið er í samstarv við Hæmatologisk Ambulatorium á Landssjúkrahúsinum. Jindrich Mourek, ið er hæmatologur fer at halda fyrilestur um sjúkuna kronisk lymfatisk leukæmi, m.a. Um nýggjastu vitan innan sjúkuna, viðgerð, eftirviðgerð og hvussu ein kann liva eitt gott lív við sjúkuni.

Tilmelding í seinasta lagi týsdagin 14. mai við at ringja til Krabbameinsfelagið á telefon 317959, ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo.