Kunnandi tiltak um Myelomatosu
21/8/2024

Krabbameinsfelgið skipar, í samstarv við Hæmatologisk Ambulatorium á Landssjúkrahúsinum, fyri einum kunnandi tiltaki fyri fólki, sum hava Myelomatosu. Carsten Helleberg, ið er hæmatologur fer at halda fyrilestur um sjúkuna Myelomatosu, m.a. um nýggjastu vitan innan sjúkuna, viðgerð, eftirviðgerð og hvussu ein kann liva eitt gott lív við sjúkuni.
Tiltakið verður í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegi 58, Tórshavn mikudagin 11. september kl. 16.00.
Tilmelding í seinasta lagi týsdagin 10. september við at ringja til Krabbameinsfelagið á telefon 317959, ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo.