Kunning viðvíkjandi fyribyrgjandi kanning fyri lívmóðurhálskrabba
22/4/2025

Frá 1. mai verður fyribyrgjandi kanning fyri lívmóðurhálskrabba víðkað til aldurin 23 - 64 ár, og fylgir sostatt ”tilmæli 17 í Krabbameinsætlanini fyri Føroyar frá 2022”
”At samlaði aldursbólkurin, sum fær bjóðað screening fyri lívmóðurhálskrabba, í samsvari við donsku vegleiðingina, verður víðkaður frá 25-64 ár til 23-64 ár. Samstundis verður mælt til, at bólkurin 23-29 ár fær bjóðað cytologi-screening triðja hvørt ár, meðan bólkurin 30-64 ár fær bjóðað HPV-screening fimta hvørt ár”.
Fyribyrgjandi kanning fyri lívmóðurhálskrabba er til kvinnur í aldrinum 23-64 ár:
- 23-29 ár fáa innbjóðing til fyribyrgjandi kanning fyri límóðurhálskrabba 3. hvørt ár (Cytologi)
- 30-64 ár fáa innbjóðing til fyribyrgjandi kanning fyri límóðurhálskrabba 5. hvørt ár (HPV)
Lesast kann um broytingina hjá Sundhedsstyrelsen:
Screeningsprogrammer for kræft | Fagperson | Sundhedsstyrelsen
Ny metode til at screene for livmoderhalskræft | Sundhedsstyrelse