Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Lip- og lymfødembólkurin bjóða til hugnaløtu

23/2/2024

Hóskvøldið 29. februar bjóðar Lip- og lymfødembólkurin til hugnaløtu. Sunneva Thorsteinsson fer at hava eitt upplegg um styling av klæðum, hár og makeup. Tiltakið verður á Grønlandsvegi 58, í Havn frá kl. 19.00 - 21.30.

Sunneva er útlærd frisør, kosmetolog og eisini stylecoach. Sunneva hevur drúgvar royndir á økinum, kom og hoyr hana ráðgeva um styling av klæðum, um makeup og hár.

Eisini verður ein góður drekkamunnur at fáa og tíð til prát og hugna.

Tilmelding á telefon 317959, teldupost kmf@krabbamein.fo, sms á telefon 217956 ella umvegis sosialu miðlarnar hjá Krabbameinsfelagnum.