Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Lip- og lymfødembólkurin hjá Krabbameinsfelagnum bjóðar til hugnaløtu

22/2/2022

Lip- og lymfødembólkurin hjá Krabbameinsfelagnum skipar fyri hugnaløtu týskvøldið 8 mars 2021 kl. 19.00 í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum, á Grønlandsvegi 58, í Havn.

Anne Lisa Davidsen og Armgarð Hammer fara at greiða frá og vísa myndir og tilfar frá lymfødemráðstevnuni, tær vóru á í november 2021, og upplýsa um tey nýggjastu produktini innan øki.

Eisini verður høvi at seta spurningar og koma við hugskotum til nevndina at arbeiða við. Vit fáa sjálvandi eisini ein drekkamunn.

Vit gleða okkum til kvøldið og vóna at undirtøkan verður góð.

Kundi tú hugsað at luttikið, vinarliga boða frá í seinasta lagi mánadagin  7. mars kl. 12.00 á telefon 317959 ella umvegis teldupost á kmf@krabbamein.fo