Lipp- og lymfødembólkurin hjá Krabbameinsfelagnum bjóðar til hugnaløtu

Kom við til eina hugnaliga løtu og hoyr nevndina greiða frá hvat hon arbeiðir við í løtuni. Eisini fara Armgarð og Anne Lisa at siga frá altjóða lip- og lymfødem ráðstevnuni í Nottingham, tær luttóku á í juni. Høvi verður at seta spurningar, eisini at koma við hugskotum til nevndina hvat víðari er týdningarmikið at arbeiða við.
Vit bjóða eina lætta máltíð afturvið.
Vit gleða okkum til kvøldið og vóna at undirtøkan verður góð.
Kundi tú hugsað at luttikið, vinarliga boða frá í seinasta lagi hósdagin 7. september kl. 12.00 á telefon 317959, sms 217959, teldupost kmf@krabbamein.fo ella á sosialu miðlunum hjá hjá Krabbameinsfelagnum.