Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Lipp- og lymfødembólkurin hjá Krabbameinsfelagnum bjóðar til hugnaløtu

7/10/2022

Høgni Sloan Justesen, kostráðgevi kemur at hava eitt upplegg um hvørja ávirkan kostur og rørsla kann hava á lipp- og lymfødem.

Høvi verður at seta spurningar, eisini at  koma við hugskotum til nevndina hvat víðari er týdningarmikið at arbeiða við. Vit fáa sjálvandi eisini ein drekkamunn.

Vit gleða okkum til kvøldið og vóna at undirtøkan verður góð.

Kundi tú hugsað at luttikið, vinarliga boða frá í seinasta lagi mánadagin 17. oktober kl. 12.00 á telefon 317959 ella umvegis teldupost á kmf@krabbamein.fo.