Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Listasýning við Marjun Jóanesardóttir á torginum í SMS

8/4/2011

Samstundis verða undirlívsbólkurin hjá Krabbameinsfelagnum og HPV-ambassadørarnir á torginum, har tær fara at varpa ljós á krabbamein í undirlívi og møguleikarnir fyri fyribyrging.

Marjun setur framsýningina mánadagin kl. 16.00, og næmingar frá Musikkskúlanum spæla. Eisini fer Aibritt á Plógv, næstformaður í Krabbameinsfelagnum, at siga nøkur orð.

Framsýningin

Listaverkini verða sýnd fram í einum opnum telti á torginum í SMS. Refugium sipar til ein friðstað ella ein hvíldarstað, har vit kunnu finna andarhald í einum friðleysum gerandisdegi, ella skjól fyri hóttanini, tá álvarsom sjúka rakar.

- Íblásturin til hesa framsýningina er tað yðjandi lívið eg siggi rundanum meg. Tað er so lívsjáttandi, ein játtan um, at lívið heldur fram. Ella skuldi eg sagt: Tað er eitt lív aftaná krabbamein, og tað er vert at liva og virka, eisini ímeðan tú ert undir viðgerð fyri við krabbamein, sigur listakvinnan um sýningina.

Um Marjuna

Marjun er fødd í 1957 og útbúgvin ergoterapeutur. Í 2006 gavst hon í hesum yrki av heilsuáðum, og hevur síðandi virkað sum listakvinna burturav. Men, tíverrri fekk hon sama ár staðfest krabbamein í undirlívinum. Samstundis sum hon skapar í verkstaði sínum, berjist hon ímóti sjúkuni.

Hugurin hjá Marjuni hevur altíð verið góður til ta skapandi listina. Umframt at tekna og mála, hevur hon í mong ár arbeitt við at skapa sjónleikarabúnar, leikgripir og pallmyndir. Serliga væl liggur fyri hjá Marjuni at brúka hugflogið til at seta saman og royna tilfar og teknikkir á nýggjan og ótraditionellan hátt.

Marjun hevur verið við til fleiri kendar leikir, eitt nú djórini í Valbakkaskóginum og Apan hjá Kafka, og hevur umframt sniðgivið persónar og búnar, sum vit øll kenna – eitt nú Drekan í sjónvarpssendingini “Rógvi og drekin”, risasigarettin í “Prins Charming og Nikotina” hjá Fólkaheilsuráðnum og vælumtóktu reklamu-mariuhønuna Sonhard.

Málningalistin er ein onnur av kreativu síðum Marjunar. Hon hevur havt stakframsýning í Smiðjuni í Lítluvík (2006) á Jinx og í Leikalund (2007), hevur luttikið á várframsýning Myndlistafelagsins (2009, 2010 og 2011) og á Ólavsøkuframsýning Listafelagsins í 2010.

Marjun hevur egið verkstað, og til ber at síggja fjølbroytta listavirksemi hennara á heimasíðuni www.marjunsvaerksted.dk.

Listin á torginum í SMS er til sølu, og fer helvtin av inntøkunum til Krabbameinsfelagið.