Løgtings - og landsstýriskvinnurnar stuðla stríðnum móti bróstkrabba.

Løgtings- og landsstýriskvinnurnar fara allan oktobur at bera smúkkur við ljósareyðu sloyfuni, sum kring allan heim er vorðin symbolið uppá stríðið ímóti bróstkrabba. Á henda hátt vilja kvinnuligu landspolitikararnir gera sítt til at stuðla søluni av smúkkum sum Bót til Bata og Krabbameinsfelagið selja, fyri at savna pening til gansking í bróstkrabba.
Smúkkurnar eru armbond og hálsbond, sum Mikkalina Glas hevur sniðgivið. Tær eru hondgjørdar, so eingin er heilt eins. Á sama hátt sum hvør kvinna, ið fær staðfest krabbamein, er egin, og hevur sína egnu søgu.
Smúkkurnar vera at fáa til keyps millum annað til bindiklubbakvøld í SMS 5. oktobur og á Torginum í SMS fríggjadagin 7. oktober, á apotekunum og ymsum sølubúðum kring landið.