Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Løgtingsuppskot um solariuforboð

4/4/2011

Endamálið við uppskotinum er at fyribyrgja, at fólk fáa krabbamein í húðini ella móðurmerkjakrabba vegna solarium. Sum er, hava vit í Føroyum onga lóg um heilsu– og ungdómspolitikk, tá tað snýr seg um solarium.

Krabbameinsætlanin mælir til forboð

Eitt tilmæli í krabbameinsætlanini frá 2010 var at banna børnum og ungum undir 18 ár at taka sól í solarium.

Hetta tí at tað er prógvað, at nýtsla av solarium økir markant um vandan fyri húðkrabbameini og lívshættisligum móðurmerkjakrabbameini. Húðin verður ávirkað av skaðiligu ultraviolettu strálunum, sum er í sól og solarium. Talið av tilburðum av báðum sløgum hava verið nógv vaksandi seinastu árini – serstakliga millum ungar kvinnur, sum eru tær, ið eru mest fúsar at leggja seg undir bláu ljósrørini.

WHO: solarium í sama vandabólk sum tubbak

Fyri knøppum tveimum árum síðani flokkaði heimsheilsufelagsskapurin WHO nýtslu av solarium í sama vandabólk sum millum annað tubbaksroyking og asbest. Seinastu árini hava fleiri lond samtykt at seta aldursmark á 18 ár fyri nýtslu av solarium, meðan fleiri arbeiða við hesum sama. Eisini fitnessstøðir og enntá onkur fitness-keta hava av sínum eintingum tikið avleiðingina av boðskapinum hjá WHO, og bjóða ikki longur sínum brúkarum solariuviðgerð – tí teir meta hetta vera í andsøgn við teirra image um heilsu.

Minking í at taka sól

At fegnast um í gallupkanningini frá september 2010 er, at bólkurin av teim 15-24 ára gomlu, ið taka sól, er meiri enn hálveraður - úr 47% niður í 21%. Hetta er greið ábending um, at føroyingar taka minni sól (solarium), enn fyri trimum árum síðani. Í 2007 tók meiri enn 5. hvør føroyingur sól, meðan talið nú er minkað niður í á leið 7. hvønn, tað vil siga úr 18 niður í 13%. Hetta má tó á ongan hátt fáa okkum at gevast at kunna um vandan við solarium, við tað at hetta til allar tíðir má vera á breddanum fyri at fyribyrgja.

Bera vit saman títtleikan fyri at taka sól, vísir gallupkanningin, at talið av teimum, sum taka sól eina ferð um vikuna er minkað úr 16% í 2007 niður í 4%. Samstundis er talið av teimum, sum taka sól eina ferð aðru hvørja viku er hækkað nakað, og tey, sum taka eina ferð um hálvárið er eisini hækkað. Her kann nevnast, fleiri stórar kanningar hava sligið fast, at bara ein ella fleiri mánaðarligar vitjandir í solarium økja vandan fyri at fáa móðurmerkjakrabbamein tvær til tríggjar ferðir.

Sólstøðir mannast?

Skal aldursmark vera, má støða takast til, hvussu tað skal handhevjast. Flestu sólstøðir í dag eru ómannaðar sjálvtøkur. Tað er sostatt lítið høpi við aldursmarki einsamøllum. Tað svarar til at kunna keypa rúsdrekka og tubbak í sjálvtøkum, sum ikki ber til, júst fyri at verja ung undir 18 ár. Her kann skoytast upp í, at tað verður arbeitt við leisti, har solariunýtarin hevur kort við føðidato á, sum væntast at avmarka nýtsluna hjá ungum undir 18 ár.

Tá nú vandin í mun til krabbamein er flokkaður eins fyri tubbak og solarium av WHO, kann tað tykjast margháttligt, at atgongdin til solarium er púra frí. Føroyskir unglingar kunnu enntá fara í alment riknar svimjihøllir at leggja seg undir solarium – so nakað signal frá myndugleikans síðu er ikki at hóma sum er.

Annað útilokar ikki hitt

Skal hetta gerast ein verulig sólskinssøga, er neyðugt við áhaldandi kunning um hvussu vit skilabest njóta sólina og at vit ikki fara í solarium. Eitt lógarsett aldursmark ger tað ikki einsamalt, men tað hevði verið eitt greitt signal bæði til tey ungu og teirra foreldur.

Jákup N. Olsen, formaður