Mini-cruise til Íslands frá 1. - 4. juni 2009

13/3/2009

Norrøna við ferðalagnum verður aftur á Havnini seinnapartin hósdagin 4. juni.

Freistin at melda til luttøku er 15. apríl 2009.

Tilmelding fer fram við at ringja til Føroya Felag Móti Krabbameini telefon 317959/ 217959/217958 ella via teldupost ffk@krabbamein.fo

Um foreldrabólkin

Foreldrabólkurin at børnum við krabbameini er ein stuðulsbólkur undir

Krabbameinsfelagnum. Endamálið hjá bólkinum er at stuðla og fremja áhugamál hjá foreldrum at børnum við krabbameini. Bólkurin skipar eisini fyri tiltøkum fyri børnum, ið hava, ella hava havt krabbamein og familjum teirra.

Meira fæst at vita við at venda sær til Føroya Felag Móti Krabbameini.