Minningarorð um Agnar á Dul

Týsdagin 31. mars ringdi telefonin, og boðini vóru: nú er Agnar farin.
Agnar og Krabbameinsfelagið hava altíð verið samantvinnað. Hann var ein av teimum, sum setti felagið á stovn í 1979. Hann kom í fyrstu nevndina, og sat í nevndini í samfull 37 ár. Øll árini sum kassameistari. Tá ið hann fór úr nevndini, helt hann fram við at taka sær av roknskapinum.
Hvussu nógvar tímar, Agnar hevur givið Krabbameinsfelagnum, ber ikki til at telja. Bara nevndarfundirnir. Nógv tey fyrstu árini tók tað ikki bara ein tíma at ferðast til Havnar. Tað tók nógvar tímar, og tað kom meiri enn so fyri, at neyðugt var at liggja nátt.
Gávumildni eyðkendi Agnar. Ikki bara tímarnir, sum hann hevur lagt í nevndararbeiðið. Men eisini hansara nærlagni, eldhugi og hjálpsemi. Hann var altíð góður í ráðum. Hann ringdi javnan. Onkuntíð var tað um okkurt ávíst. Ofta var tað bara so ellars.
Einaferð hann ringdi, fortaldi hann, at kvøldið fyri hevði hann svarað eini spurnakanning frá Spyr.fo. Spurningarnir vóru um húsligt arbeiði. Sum hann sjálvur segði, so var hann bedrøviligur á tí økinum, og svarini vóru har eftir. Ein maður hevði verið og vitjað, meðan Agnar svaraði, og tað læt úr Agnari alla tíðina: hvat man ikki ger fyri Krabbameinsfelagið. Hann svaraði mestur bara, tí hann visti, at felagið fekk 4 krónur afturfyri.
Vit vóru ikki í iva um, at Agnar var góður við okkum. Felagið, starvsfólkini og nevndina. Okkum øll. Alt tað, vit høvdu saman øll hesi árini, hevur verið merkt av hansara serligu góðsku.
Vit í Krabbameinsfelagnum hava mist nógv, nú Agnar fór. Ein av okkara dyggastu stuðlum.
Tit, hansara nærmastu, hava mist nógv meiri. Evy og børnini, Christian, Marion, Alexandra og Nathalia. Tit vóru altíð partur av prátinum. Hann var so góður við tykkum.
Góði Agnar
Takk fyri alt tú gavst okkum. Alt tú lærdi okkum. Alt tú gjørdi fyri okkum. Og ikki minst smílini og láturin, sum altíð vóru partur av samveruni við teg.
Telefonin ringir ikki meiri. Røddin er tagnað. Agnar er farin.
Tað er við takksemi, vit syrgja og minnast.
Ærað verið minnið um Agnar. Okkara Agnar.
