Mist makan?

Krabbameinsfelagið skipar fyri temadegi, fyri teimum íð hava mist makan av krabba, leygardagin tann 13. februar frá kl.10.00 – 15.00 í hølum okkara á Grønlandsvegi 58.
Hetta verður ein temadagur, har avvarðandi kunnu hitta onnur í somu støðu saman við professionellum ráðgevum innan sorg og krabbamein.
Endamálið við degnum er at geva tí einstaka nøkur amboð, íð gera teg betur føran fyri at skilja, og verða í støðuni. Eisini fært tú møguleika at seta orð á og viðgera tær kenslur, sum tapið av makanum setur í gongd.
Ráðgevar vera:
Kathrina L. Joensen, sálarfrøðingur
Sólrun Jacobsen, sjúkrarøktarfrøðingur (mynd)
Hevur hetta tín áhuga, kanst tú venda tær til krabbameinsfelagið, so taka vit eitt prát og greiða nærri frá degnum.
Ring á telefon 317959, 217957 ella 217959