Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Mist makan

7/3/2026

Endamálið við at savna fólk, sum øll hava mist makan, er at geva tí einstaka møguleika at seta orð á og viðgera tær kenslur, tankar og trupulleikar, sum missurin av makanum gevur og hevur. Og í gjøgnum samtalurnar við onnur í somu støðu, fáa styrki til at koma eitt fet víðari í lívinum. Samtalurnar eru sjálvandi í trúnaði.


Bólkurin kemur saman fyrstu ferð týsdagin 5. mai 2026 frákl. 13.00 - 15.00 – møtt verður í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum, Grønlandsvegur 58, Tórshavn. Ætlanin er at bólkurin er samlaður 14 hvønn dag, 7 ferðir í alt. Starvsfólk hjá Krabbameinsfelagnum leiða bólkin.


Hevur hetta tín áhuga kanst tú ringja og fáa nærri at vita, á telefon 317959 ella senda okkum ein teldupost á kmf@krabbamein.fo.