Netverksbólkur fyri avvarðandi
%20(1).jpg)
Netverksbólkurin er fyri teg, sum er avvarðandi til ein sum hevur ella hevur havt krabbamein. Í bólkinum fært tú møguleika at deila tankar, kenslur og royndir við onnur avvarðandi.
At hitta onnur í líknandi støðu kann gera stóran mun. Okkara royndir vísa, at tað hjálpir at práta við onnur, seta orð á, deila ymiskar upplivingar við onnur, sum eru í somu støðu sum tú og skilja teg. Hetta minkar um óttan, og tú fært lættari greiði á tí, sum fyllir innaní av kenslum og tonkum. Lívsmót og lívsgóðska gerst størri, og dagligu avbjóðingarnar kunnu tykjast lættari.
Vit hittast mikudagin 18. juni 2025 frá kl. 16.00 til kl. 18.00 í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegi 58, í Havn.
Tilmelding á telefon 317959, sms til 217957 ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo