Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Njót sólina við skili

9/6/2023

Njót sólina, men ansa tær

Endiliga hóma vit summarið, so nú er at sleppa sær út og njóta tað. Sólin lívgar eftir langa og kalda veturin. Umráðandi er tó at vera varin í sólini, bæði tá ið tú fert út í urtagarðin, niðan í hagan, á flot ella okkurt heilt annað. Ikki øll vita, at tú hevur skáldað teg, longu tá ið húðin gerst reyð. Tað vil siga langt áðrenn tú ert blóðreyð/ur og møguliga hevur fingið bløðrur.

Tey trý sólráðini

Tá ið tú fært ov nógv av vandamiklum uv-strálum, gerst húðin reyð. Oftari tú hevur skáldað teg, og tess fleiri uv-strálur tú fært gjøgnum lívið, størri er váðin fyri húð- og móðurmerkrakrabba. Tí er umráðandi at verja seg fyri sólini. Fylg teimum trimum sólráðunum: skugga, klæði/sólhatt og sólkrem.

  • Skuggi

Uv-strálingin er sterkast millum klokkan 12 og 15. Nærum helvtin av uv-strálingini er hesar tímarnar. Tí sleppur tú undan nógvari uv-stráling, ert tú í skugganum mitt á degi. Tær nýtist ikki at vera í beinleiðis sól fyri at fáa lit - sólin rakar teg, hóast tú situr í skugga.

  • Klæði/sólhattur

Ert tú úti millum klokkan 12 og 15, og tú ikki ert í skugga, er ein sólhattur við breiðum skugga besti hátturin at verja høvd, oyru, nakka og andlit. Eisini eru klæði góð at verja teg í sólini. Leys og tættvovin klæði úr bumull verja best.

  • Sólkrem

Smyr sólkrem á teg einar 20 minuttir, áðrenn tú fert út í sólina, tá heldur tað í nakrar tímar. Smyr altíð á aftur, um tú hevur svomið, sveittað nógv ella um tú hevur turkað tær við handklæði.

Harumframt mæla vit frá at brúka solarium fyri at verja húðina.

Hugsa um børnini

Verj børnini fyri sólini. Oftari eitt barn er sólskáldað, størri er váðin at fáa krabbamein í húðina seinni í lívinum.

Vit skulu ikki skýggja sólina, men brúka vanligt vit og skil, tá ið vit eru í sólini. Vit mæla tí ikki til, at børn skulu vera inni millum klokkan 12 og 15. Tað ber væl til at vera úti ta løtuna, eru tey í skugga ella eru vard við klæðum og sólkremi.

Tó eiga pinkubørn at verða hildin burtur frá sólini, og tørvar teimum tí ikki at verað smurd við sólkremi.

Krabbameinsfelagið