Nú er hon komin, bókin við teimum føroysku yvirskeggunum

Í bókini eru 189 skegg. Reglurnar hjá Movember-rørsluni eru greiðar og harðar, tá røtt verður um yvirskegg, men í bókini er vald ein linari leið og øll skegg, ið eru komin inn eru við. Myndagóðskan á teimum innsendu myndunum er ymisk, men kortini eru tær við. Fremst í bókini eru tey 161 yvirskeggini, meðan á seinastu síðunum eru 28 onnur skegg.
Søgan aftanfyri bókina er henda: Á veg til jarðarferð hjá einum vinmanni, ið doyði so alt ov tíðliga, kom hugskotið um at fáa avmyndað yvirskegg og givið tey út í bók. Øll inntøkan av bókini skuldi so fara til Krabbameinsfelagið. Ofta kemur mest burturúr, um byrjað verður meðan hugskotið er fekst. Tað tók ikki langa tíð at fáa Kára Árting í Rit & Rák við í ætlanina, eins og Per á Hædd úr Fotostudio eisini var fúsur. Prentsmiðjan Føroyaprent var klár at umbróta, prenta og binda inn. Krabbameinsfelagið tók undir við ætlanini og soleiðis var tað, at seinasta dag í november 2011 vórðu 136 skegg avmyndaði í Rit & Rák í SMS. Afturat hesum 136 komu 53 sendandi við telduposti, tilsamans 189 skegg
Movember-rørslan varð skipað í Avstralia í 2003, og er grundarlagið undir rørsluni, at í movember verða menn mintir á, at hugsa um heilsu sína. Í 2011 verður peningur savnaður inn til upplýsing og gransking í prostatakrabba. Tey, ið vilja vita meira um hesa rørslu vísi eg til heimasíðuna www.movember.org.
500 bøkur eru prentaðar, og vónandi verða tær allar seldar.
Tøkkin fer til øll tey, ið hava tikið so væl undir við hesari verkætlan.