Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Nú verður svimjiskeiðið fyri krabbameinssjúklingar

27/8/2010

Havnar Svimjifelag og Krabbameinsfelagið skipa í heyst fyri svimjiskeiði fyri fólki, ið hava, ella áður hava havt, krabbamein.

Skeiðið verður í svimjihøllini í Gundadali í Havn. Aksel Haraldsen svimjivenjari og Marjun Poulsen, fysioterapeutur verða knýtt at venjingini. Svimjingin verður løgd til rættis eftir hvørjum einstøkum, soleiðis, at øll kunnu vera við.

Skeiðið er skipað á sama hátt, sum skeiðini Havnar Svimjifelag skipar fyri motiónistar. Heilsukanning og heilsustøðumeting verða gjørdar av hvørjum einstøkum luttakara í trimum umførum - áðrenn byrjað verður, ímeðan skeiðið er og eftir at skeiðið er liðugt. Hetta verður gjørt fyri at meta um, hvussu góða ávirkan svimjiskeiðið hevur á kondi og heilsustøðu hjá teimum, sum svimja.

Kanningar hava víst, at kropsligar venjingar eru gagnligar fyri fólk, sum eru í viðgerð fyri krabbamein og eisini eftir, at viðgerðin er liðug. Serliga gott er svimja, tí tað er lætt at gera kropsligar venjingar í vatni.

Skeiðið verður mánakvøld og hóskvøld frá kl 21.15 til 22.00, og byrja verður 6.september.

Kostnaðurin fyri skeiðið er 500 kr. fyri hvønn luttakara.

Pláss er fyri umleið, 20 luttakarum. Fram til mikukvøldið 1. september ber til at tekna seg við at venda sær til Krabbameinsfelagið - tlf 317959, teldupostur: ffk@krabbamein.fo ella hjá Havnar Svimjifelag á telduposti info@hs.fo.

Krabbameinsfelagið og Havnar Svimjifelag

Føroya Tele stuðlar tiltakinum.