Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Nýggj kanning um útreiðslur av krabbameinsviðgerð

13/6/2011

Í kanningini, sum ber heitið Útreiðslur av krabbameini í Norðurlondum, vóru útreiðslurnar til heilsurøkt, sum hevði samband við krabbamein, í Norðurlondum í 2007 í alt 3,3 milliardir Euro ella 130 Euro fyri hvønn íbúgva. Mett útreiðsla verður í 2025 umleið 3,9 milliardir Euro – ein vøkstur upp á 28 prosent ella 860 milliónir Euro samanborið við 2007, um roknað verður við, at viðgerðin fer fram eins og nú við t.d. líka umfatandi viðgerð og sama kostnaði fyri hvørja viðgerð.

SINTEF-kanningin er fíggjað av Norðurlendska samstarvinum Nordic Cancer Union (NCU) har krabbameinsfeløgini í Finlandi, Danmark, Svøríki, Noregi, Íslandi og Føroyum eru limir.

Sambært hesari frágreiðing vóru tað meira enn 900.000 fólk, sum búðu í Norðurlondum í 2007, ið høvdu fingið ella fyrr høvdu fingið staðfest krabbamein. Av teimum vóru tað næstan 390.000 fólk, sum høvdu fingið staðfest krabbamein tey seinastu fimm árini. “Tá hugsað verður um, at krabbameinstilburðir eru vaksandi eins væl og útreiðslurnar, halda vit, at hendan kanningin prógvar, at tørvur er á einum meira víðfevndum politikki við átøkum til frama fyri fólkaheilsuna og fyribyrgjandi arbeiði til tess at fyribyrgja krabbameini”, er niðurstøðan hjá NCU-aðalskrivarunum á einum fundi í Stokkholm, har hendan kanning varð framløgd.

Aðalskrivararnir í Norðurlendska samstarvinum NCU staðfestu eisini, at kanningin eigur at fáa ávirkan á, hvussu Norðurlond yvirhøvur skipa sínar krabbameinsætlanir: “Sum nú er, leggur krabbamein eina tunga byrðu á sjúklingar og teirra familjur, eins væl og á samfelagið sum heild. Bæði tað, at fleiri fólk fara at fáa staðfest sjúkuna og liva við henni í árunum sum koma, og at tørvur er á størri orku til at megna hesi avbjóðing, gevur orsøk til at fara í holt við eina umfatandi starvsætlan, tá tað kemur til krabbameinskanningar í teimum einstøku Norðurlondunum”.

Kanningin hjá SINTEF kann takast niður av heimasíðuni hjá NCU: www.ncu.nu