Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Nýggja fløga stuðlar Krabbameinsfelagnum

3/7/2010


Útgávukonsert

Eftir fleiri ára bíðitíð fer nú endiliga at bera til at ogna sær fløguna hjá Elini Brimheim Heinesen & Ad Libitum: Yndisløg - ein ferð aftur í farnar tíðir.

Í sambandi við útgávuna verður hugnalig útgávukonsert í Sjónleikarhúsinum í Havn mánakvøldið tann 12. juli 2010 kl. 20.30.

Til ber at keypa atgongumerki til konsertina á ebillett.fo. Atgongumerki fáast eisini í Kunningarstovuni í Havn og við hurðina hálvanannan tíma áðrenn konsertina.

Keyp fløguna og stuðla Krabbameinsfelagnum

Til ber at bíleggja fløguna longu nú á http://www.fljod.com - og soleiðis tryggja sær eitt ella fleiri eintøk av fløguni útgávudagin. Men eisini ber til at keypa fløguna í Sjónleikarhúsinum, beint tá konsertin er liðug.

Ætlanin við útgávuni er eisini at stuðla Krabbameinsfelagnum. Felagið fær 20 kr. av hvørji seldari fløgu í stuðli til arbeiðið við at basa sjúkuni og hjálpa krabbameinssjúklingum og avvarandi.

Til minnis um Maud Heinesen og Svenn Brimheim

Fløgan er ognað systkjunum Maud Heinesen og Svenn Brimheim, sum bæði doyðu av krabbameini ávikavist í 2005 og 2006 - og verður givin út til minnis um øll tey, sum henda herviliga sjúka hevur tikið av døgum gjøgnum tíðirnar.

Løgini á fløguni eru fyrst og fremst yndisløg hjá Maud og Svenn. Meðan tey bæði bardust fyri at basa sjúkuni og øll familjan savnaðist fyri at ugga hvønnannan, sang Elin ofta hesi løgini, meðan Svenn spældi guitar . Ein dagin helt mamma Elina fyri, at tað var løgið, at eingin hevði umsett hesar góðu 'evergreens' til føroyskt fyrr. Tað setti Elina í gongd at týða ella umyrkja løgini til føroyskt.

Les alt um útgávuna her.